Landssjúkrahúsið H-bygningurin
Landssjúkrahúsið H-bygningurin
VERKÆTLAN:
VERKÆTLAN:
Landssjúkrahúsið H-bygningurin
2024
Landssjúkrahúsið H-bygningurin
Hendan verkætlanin er partur av framhaldandi útbyggingini og nútíðargerðini av Landssjúkrahúsinum.
Bygningurin fevnir um:
· nýggjan psykiatriskan depil
· nýggjar seingjadeildir og burðarstovur
· nýggj høli til rehabilitering
· nýggjan køk.
Harumframt umfatar verkætlanin neyðug avleidd høli og umstøður til sjúklingar, starvsfólk, tøkni, seingjavask, goymslur og annað.
Byggiharri:
Landsverk
Team:
Faerport II Konsortium: SNA/ÁVA, LBF og SMJ
Byggiár:
2024
Stødd:
16.000 m²
Harumframt umfatar verkætlanin neyðug avleidd høli og umstøður til sjúklingar, starvsfólk, tøkni, seingjavask, goymslur og annað.
Bygningurin er staðsettur millum núverandi G- og B-bygning og sjóvarmálan, millum tyrlupalli og róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelagi.
Høvuðsinngongdin við B og G bygningin, verður framvegis nýtt sum høvuðsatkoma, og hiðani verða fólk leidd víðari gjøgnum ein íbindingarstrong yvir í H-bygningin. Tvær hæddir eru við seingjastovum, íroknað burðarstovum og isolasjónsstovum. Ein inniheldur endurvenjing, konferansudepil og ambulant psykiatri, og ein nýggja kantinu við framleiðslukøki og psykiatriskari seingjardeild. Harumframt er kjallari við parkeringsøki, goymslu og seingjavaski við fleiri tekniskum funktiónum.
Bygningurin savnar seg um eitt atrium í miðjuni øðrumegin og ein innara garð (til psykiatriina) hinumegin. Seingjastovurnar eru einstaklingastovur við plássi fyri avvarðandi at gista og vera hjá sjúklinginum. Hvør stova hevur egið baðirúm.
Arbeitt hevur verið gjøgnum alla verkætlanina, at fremja eitt heimligt og hugnaligt umhvørvi og at gagnnýta serstøku staðsetingina við sjóvarmálan og Sandágerð á bestan hátt.
FAERPORT II samtakið, ið umfatar SNA/ÁWA, LBF og SMJ, hevur sniðgivið og prosjekterað.
SERSTAKT FYRI HESA VERKÆTLANINA
Umframt høgan kompleksitet og -krøv til kliniska viðgerð, so sermerkir nýggi H-bygningurin seg við stórbæra rúminum til felagsskapin millum sjúklingar og starvsfólk.
Hetta er komið framm í brúkarasamrøðum og verkstovum, tá arbeitt hevur verið við teimum ymisku krøvunum til hvørja deild. Tað eru høg krøv til atskilnaðin í bygninginum. tí dagliga, á øllum deildum.