
Koltur
Koltur
VERKÆTLAN:
VERKÆTLAN:
Koltur
2024
Koltur
Miðskeiðis í Føroyum, norðanfyri Hest er Koltur. Lítil í stødd einans 2,8 km2 er hon ein av minstu búsettu oyggjunum.
Hvussu fyrihalda vit okkum sum arkitektar og fakfólk til tíðarleysan vakurleika og estetikk? Tíðarleysi vakurleikin er atkomuligur fyri nútíðini og í stuttum merki tað er vit fáa okkum íblástur frá søguliga vakurleikanum, og skapa nakað nýtt og persónligt heldur enn at kopiera tað gamla.
Byggiharri:
Tjóðsavnið
Byggiár:
2024
Stødd:








Koltur er sermerkt landslagsmynd við einum eykendum skurði. Oyggin er fýra kilometrar lang, tveir kilometrar breið og rýsur rest upp í Kolturshamaran sum er í næstan 500 m høgur.
Býlingurin Heima í Húsi liggur beint norðanfyri Fjallið og knappan hálvan kilometur sunnanfyri býlingin Norðri í Gerði.
Øll vestursíðan á oynni er forberg við ríkum fuglalívi.
Góður sólargangur er á oynni, ein lívsneyðug fortreyt fyri støðugum livikorum. Tað sæst aftur á tí stóra innagarðsøkinum sum er í Koltri.
BYGGISØGULIG GREINING
Tað er sera hugvekjandi at uppliva tey immateriellu virðini, sum Koltur og bygningarnir eiga – sporini eftir lívinum, ið er livað á oynni í fleiri øldir, endurspegla ein lítið kravmiklan livihátt og samstundis eina siðbundna gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum í økinum.
Ikki minst tá talan er um byggi- og handverksligt arbeiði av høgari góðsku í konstruktión og tilfarsvali.
Øll hesi eru óivað leivdir úr eini farnari tíð, men tey rúma vitan og royndir, ið kunnu geva íblástur til bygningar og brúksting til okkara samtíð.
Serliga merkisverd eru tey siðbundnu føroysku, stavbygdu bústaðarhúsini, við síni framkomnu timburtøkni – gjørd í sera nettum støddum – lutvíst fyri at gagnnýta timbrið, ofta rekavið, sum er væl egnað til at tryggja langa livitíð. Teir nettu timburstavarnir halda ikki vætuni líka leingi eftir avfall, sum ein størri konstruktión hevði gjørt. Tí verður tilfarið niðurbrotið seinni.
Oyggin verður býtt í eitt náttúruøki og eitt mentanarøki. Fyri náttúrøkið økið verður gjørd ein langtíðarætlan, sum lýsir, hvussu náttúran verður broytt frá tí verandi mentanarlandslagnum aftur til órørda náttúru.
Fyri tað mentanarsøguliga økið er gjørd ein ætlan fyri mentanararvin á oynni, við serligum denti á endurbygging og umvæling av býlinginum Norðri í Gerði og einum nýggjum granskingardepli.
Staðsetingin av Lonini er uppløgd – oman á teimum núverandi toftunum, meðan Granskingardepilin leggur seg smidliga í mun til landslagið, við vitanini frá teimum søguligu húsunum í Koltri og teirra máta at leggja seg í lendið.
Bygningarnir fáa bæði ein nútímans arkitektoniskan dám meðan tey samstundis varðveita tær handverksligu siðvenjurnar, heildarmyndina í tilfari og eina tilvitan um sína staðseting í landslagnum.
Bygningarnir eru úr timbri, gróti og við flagtekju, sum eru í tráð við føroyskan byggisið.
Lonin kann tíðarfestast til áðrenn 1584. Lonin er í dag ein toft. Øki er 3D-skannað og gjølla lýst.
Lonin er felagsnevnari fyri húsini sum hava staði í líðini undir Sjúrðheiðum. Einasti bygningurin, sum stendur eftur í einum líki sum sigur nakað um hvussu bygningurin hevur sæð út, er Uttar í Stovu. Hinir bygninganir standa antin sum toftir ella eru horvnir heilt. Lonin hevur verið eitt sermerki fyri býlingin Norðri í Gerði og hevur havt stóran rúmligan týdning fyri umhvørvi í túninum.
Lonin miðlar eina søguliga gongd í Koltri, um samfelagsbroytingar í landbúnaðarsamfelagnum, og um tíðarskeið tá einahandilin var avtikin og spírandi fiskivinnusamfelagið tók seg fram. Og at enda tá Koltur doyr út. Ein nýtulking av Lonini skal endurskapa umhvørvi í túninum. Lonin fer at standa sum ein vøkur bakrund aftanfyri sethúsið, hoyggjhúsið, hjallar, neyst og atløgubryggjuna.
Lonin verður umvæld til nýtt livandi savn við framsýningum, sum miðla áhaldandi vísindaligt arbeiði við náttúru- og mentanarsøguni í Koltri. Uttar í Stovu verður gjørt aftur til bátasmiðju. Bergstokk verður endurgjørd og fer at hýsa einum vøkrum sali til almenn tiltøk.
ARKITEKTONISK GREINING
Staðsetingin av býlingunum og bygningunum í Koltri er framúr. Hendan staðsetingin er als ikki vorðin so av tilvild og er ein tillaging og viging í mun til tey náttúrligu viðurskifti sum gera seg galdandi á staðnum, so sum landslagið, vindviðurskifti, sólargangur, heimshornini, atgongd til vatn, hæddir á húsunum, kósin á húsatekjunum, støddir á húsunum og millumrúmini ímillum húsini.
Grótveggirnir og flagtekjurnar fella náttúrligt og vakurt inn í landslagið, og tað sama ger seg galdandi fyri timburklædningarnar við teimum smáu vindeygunum við tunnum træsprossum. Undir tekjuni hyggur undirlagið av nævum sum leiðir vatnið oman av tekjuni og skánar veggirnir. Tað er vakurt og eisini sera byggitekniskt gjøgnumhugsað.
Innanhýsis umboða húsini eina sera vakra arkitektoniska heild, tilfarsliga, rúmliga, í samband við dagsljós og í teirra innrætting.
Umframt tey søguligu, teknisku og arkitektonisku virðini við bygningunum í Koltri – er tað, tað ótrúliga burðardygnið, ið sæst í siðbundna byggisiðinum, ið er sermerkt.
Granskingardepilin, sum vit kalla Garðin, er diskret staðsettur í lendinum. Millum lonirnar báðar myndast ein innari garður. Við staðsetingini uttangarðs og á markinum millum náttúrulandslagið og mentanarlandslagið á oynni miðlar Garðurin endamálið hjá Tjóðsavninum um oynna sum ein sjálvstøðuga savnseind - um eina nýggja tíð fyri oynna.
Arkitektururin á Garðinum hevur rúmliga, bygnaðarliga og tilfarsliga fingið íblástur frá tí byggisiði tá gomlu føroysku lonirnar vuksu úr lendinum og saman skapa tær smá uppihaldsstøð kring bygningin. Ein lágur og lítillátin bygningur rundan um eitt garðrúm. Vit kenna garðin í Dímun, sum hegnisliga upptekur landslagið og lonirnar saman skapa innara túni.
Innrætting av Garðinum.
Eisini her skapa lonirnar báðar eitt vart garðrúm og einfaldan skilnað millum funktiónir. Norðari bygningurin inniheldur umstøður til gransking við laboratorium og vátrúmum. Eystari parturin er ein lítil íbúð til granskarar at húsast í.
Sunnara lonin er ætla sum eitt frálæruhús. Her koma allir 7. flokkar í Føroyum á seturskúla og læra um mentan og náttúru í Koltri.