ARKITEKTRÁÐGEVING

Arkitekturur við praktiskari tilgongd

Hjá SNA hava vit eina praktiska tilgongd til uppgávurnar. Vit vilja vísa á teir hárfínu (subtilu) eginleikarnar, sum arkitektururin kann gjøgnum tað grundleggjandi praktiska sum er. Tí Føroyar sum stað er bundið av umstøðum, sum bjóða aktitekturinum av: veður, vindur og lítillátin stødd. Hesar umstøður kunnu vera við til at vísa á tað serstaka, staðbundna føroyska. Tá tann praktiska tilgongdin førkar seg út í nakað sermerkt, tá eydnast hetta.

 

Ein praktisk tilgongd er eisini at síggja arkitektoniskar møguleikar í eini uppgávu, og samstundis vera varugur við tær veruligu umstøðurnar, sum eru ein fortreyt fyri at eitt hús tillagar seg eitt stað. Vit fara út á staðið, sum vit skulu byggja nakað til. Hvat vil tað hava? Hvat er tað, sum staðið bjóðar til? Vit vilja taka staðið uppí dialogin onkursvegna.

"Vit seta høg krøv til okkum sjálv at velja haldgóðar loysnir, og hava áralangar royndir við at finna fjølbroyttar loysnir. Royna vit nýggjar leiðir, syrgja vit fyri at kanna tær gjølla frammanundan, og eru ikki bangin fyri at vraka tær, um vit ikki meta tær haldførar. Vit hava tikið allar millumrokningarnar við.

Við drúgvu royndum okkara bjóða vit eitt fjøltáttað úrval av tænastum: arkitektráðgeving, byggileiðslu, byggiharraráðgeving, burðardygd, FM – og allar millumrokningar harímillum. Vit arbeiða eftir einari heildarvendari tilgongd, har vit taka inn viðkomandi førleikar rættstundis."

Gjøgnumskygni við dyggum KT-loysnum tilgongd

Vit levera projekt við góðum samanhangi og gjøgnumskygni. Vit leggja dent á tekningar, frágreiðingar og mongdarlista, og at tað er ein greið linja millum hesi trý. Í fleiri ár hava vit arbeitt við at fáa hetta at hanga væl saman. Hetta er fundamentið fyri tilboðsgeving. Vit hava tíðliga lagt okkum eftir at ganga undan at brúka nýggjastu KT-loysnirnar í okkara verktætlanum, og hava soleiðis verið við til at lyfta støðið, eisini við at vænta tað av øðrum. Hetta hevur gjørt byggitilgongdina lættari. Tað er lættari at byggja, tá tað er skil í tekningunum.

Halda fíggjarligu karmarnar og levera til tíðina

Vit plaga at siga, ”Vit duga at byggja hús”. Í hesum liggur eisini hin praktiska tilgongin. At vit heilt grundleggjandi duga allar tættirnar sum skulu til fyri at føra eina verkætlan til máls við fullvísari hond. Vit leggja stoltleika í at kunna geva tær sum kunda realistiskar væntanir um prís og dygd. Vit uppseta fíggjarætlanir við haldi í veruleikanum. Hetta skal avstemmast rættstundis, og hetta meta vit vera týðandi part av trúverdari ráðgeving.

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo