top of page
HEILSA & RØKT
Støðugt vaksandi vælferðin og stóra menningin innan sjúkrahúsverkið setur stór krøv til bygging innan heilsu og røkt. Í Føroyum eru vit í tí støðu, at vit hava nógv serfak á sama staði, og hetta gevur eitt komplekst byggjarí. Samstundis sum logistikkur og heilsuvísindi seta stór praktisk krøv, er umráðandi at hugsa um menniskjað, ið verður viðgjørt ella røktað. At ljós, útsýni og huglag stimbra uppundir lekjandi tilgongdina hjá sjúklinginum. Hjá SNA hava vit drúgvar royndir innan heilsubygging og fylgja við í nýggjastu vitanini innan økið. Vit hava fokus á tann lekjandi arkitekturin og seta sjúklingin í miðdepilin.
bottom of page