BURÐARDYGD

Sama um tú byggir nýtt ella tú byggir um, eru óteljandi grundgevingar fyri at byggja eftir meginreglunum fyri burðardygd. Tær umhvørvisgóðu og gjøgnumhugsaðu loysnirnar gagna ikki bert CO2-úrlátinum. Tær økja eisini um lívsdygdina í bygninginum við sunnari inniumhvørvi og minni útreiðslum til rakstur og viðlíkahald.

Burðardygd innan bygging er víðfevnt hugtak, og leggur seg bæði eftir at umhugsa ta umhvørvisbyrðu, sum bygningurin hevur við sær, frá hann stendur í gerð til niðurtøku, og at tryggja, at bygningurin er góður at vera í. Tað snýr seg sostatt millum mangt annað um, at tilfarið í bygningslutum ikki løstar náttúruna óneyðugt, at byggingin fer fram ábyrgdarfult fyri umhvørvi og handverkarar, at inniumhvørvið í bygningingum er heilsugott, og at orkukeldur, rakstur og viðlíkahald eru skynsom og umhvørvisgóð.

Hjá SNA er eitt aðalmál at fremja burðardygga ráðgeving í sambandi við bygging. Vit taka undir við heimsmálunum hjá ST um, at vit øll stutt sagt skulu kunna liva væl nú og geva klótuna víðari til okkara børn í góðum standi.

Vit leggja okkum eftir at velja loysnir sum eru umhvørvisliga haldbarar. Í øðrum lagi stremba vit eftir at velja tilfar, ið bindur CO2 heldur enn at úrleiða CO2, og ikki skal skiftast út eftir stutta tíð, og sum kann verða endurnýtt. Tað er eyðsýnt, at áhugin og undirtøkan fyri burðardyggari bygging er vaksandi, ikki minst tí bygging er ein av størstu syndarunum, tá tað kemur til vakstrarhúsárin.

Fyrsta formliga stig okkara var limaskapur í Green Building Council Denmark, sum er almannagagnligur limafelagsskapur sum virkar fyri at fremja burðardygga bygging.

Hjá SNA ráðgeva vit um burðardygd við støði í staðseting og nýtslu hjá hvørji einstakari verkætlan – og við støði í ynski og tørvi hjá kundum okkara. Eftir at hava gjørt eina innleiðandi greining av verkætlanini, orða vit eina strategi fyri burðardygd fyri verkætlanina og tryggja við burðardygdarleiðslu at strategiin verður verksett gjøgnum verkætlanartilgongdina.

Ein strategi kann snúgva seg um orkuoptimering, burðardygt val av tilfari, loysnir viðvíkjandi møguleikum fyri endurnýtslu, inniumhvørvi og dagsljós, arbeiðsumhvørvi og so framvegis. Alt lýst við heildarøkonomiskum útrokningum og greining av “lívscyklus”.

Harumframt vegleiða vit í sambandi við sertifisering í DGNB burðardygd. (DGNB: Danmark Green Building Council).

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo