top of page

BYGGIHARRARÁÐGEVING

Vit bjóða byggiharraráðgeving til bæði almennar og privatar kundar. Sum ráðgevi hjá tær sum byggiharra, hjálpa vit við allari ráðgeving frá fyrstu hugskotunum til avhandan, og eru tín trúgvi ráðgevi allan vegin gjøgnum verkætlanina.

"Sum byggiharraráðgevar eru vit dugnalig í fystu fasunum av verkætlanini. Hetta merkir, at vit útpeika og taka støðu til váðarnar og leggja upp fyri teir, soleiðis at tú sum byggiharri verður tryggjaður móti tapi og seinkingum undir útinnan fram til avhendan, og til bygningurin verður tikin í nýtslu."

Uttan mun til hvussu umfatandi ella torgreidd uppgávan er, tryggja okkara royndu byggiharraráðgevar langskygdar heildarloysnir í tøttum samskifti við teg sum byggiharri. Vit hava royndir við at fremja nakrar av Føroya størstu og mest torgreiddu verkætlanum so sum Landssjúkrahúsiðútbygging av flogvøllinum og Sundsverkinum. Hjá okkum fært tú altíð eina væl gjøgnumarbeidda loysn. Vit hava serfrøðingar í øllum veitingum innan byggiharraráðgeving.

Okkara byggiharraráðgevar tryggja, at lógarkarmarnir eru upp á pláss við at samstarva við løgfrøðingdar um viðurskifti innan avtalu- og arbeiðstøkurætt og fíggjarráðgevar, tá tað er viðkomandi.

 

Vit kunnu hjálpa við hesum:

  • Vanlig byggiharraráðgeving

  • Útboðsráðgeving

  • Fíggjarráðgeving

  • Tíðar-, váða- og góðskustýring

  • Hugskot og byggiskrá

  • Burðardygd

  • Due Diligence

  • Samskipan av brúkarasamskifti

  • Váða- og interessentnágreining

bottom of page