© 2017 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo 

SNA hevur almennu góðkenningina "Sentral Godkjenning" frá Direktoratet for Byggekvalitet (DIBK) í Norra.

​Góðkenningin frá DIBK fevnir um "projektering av Arkitektur" á tiltaksklasse  3, sum er hægsti klassi og "Overordnet ansvar for projektering (bygning, anlegg eller konstruksjon, tekniske installasjoner)" á tiltaksklassa 2, sum umfatar miðalstórar byggiverkætlanir eftir norskum málistokki.



"Sentral Godkjenning" er ein  undangóðkenning av fakligu førleikum, útførdum byggiverkætlanum og góðskustýringskipanum hjá SNA.



Hetta er ein týdandi liður í menningarætlanini av fyritøkuni, sum vit hava arbeitt miðvíst fram ímóti seinastu árini. Fyritøkan er undangóðkend, at gera arbeiðir í Norra á jøvnum føti við norsk og útlendsk feløg, sum eisini hava hesa góðkenning.


Góðkenningin í Norra kemur øllum okkara kundum og samstarvspørtum til góða.


SNA kann bjóða kundum sínum bestu ráðgevingina, tá talan er um byggiverkætlanir í Føroyum ella uttanlanda.