PROSJEKTERINGS- OG BYGGILEIÐSLA

Bygging í dag er rættiliga torgreidd. Hetta setir høg krøv til leiðsluna av byggiverkætlanum. Góð bygging byrjar langt áðrenn byggiplássið fær skap. Vit hjá SNA vita, hvat krevst líka frá tú stendur við eini meira ella minni ítøkiligari ætlan til komið er á mál. Vit kenna týdningin av at lurta og duga at fáa fram brúkarasjónarmið í eini og hvørjari verkætlan. Harumframt hava vit umfatandi og torgreiddar byggiverkætlanir á baki.

Vit kunnu veita heildarráðgeving, um tær tørvar ráðgeving til alla tilgongdina frá inngangandi stigunum og líka til avhending av verkætlanini. Hetta er ein gjøgnumskygd heildarloysn, har vit syrgja fyri, at bæði stóru spurningarnir og smálutirnir verða loystir.

Við teim mongu stóru verkætlanunum sum vit higartil hava staðið fyri, hava vit royndir og vitan sum ger, at vit meta okkum at vera førandi innan heildarráðgeving. Ráðgevingin umfatar alt innan byggitøkniliga ráðgeving – frá arkitekturi, góðsku, fíggjarstøðu og tíð til trygd og burðardygd. Hon fevnir eisini um licitatión, uppfylging/eftirlit og avhending. Heildarráðgeving er sostatt ein heildarloysn, sum skapar yvirlit við at savna hópin av tilgongdum, krøvum og funktiónum hjá einum samstarvsfelaga og einum kontaktpersóni frá byrjan til enda. Hetta gevur tryggleika og dygdargóða loysn.

"Vit fylgja okkara byggiverkætlanum tætt, og eru sjónligir og virknir aktørar á byggiplássinum. Tá avbjóðingar koma frá síðulinjuni, eru vit klár. Vit fylgja upp á tingini, og okkara kundar fáa svar, tá teir spyrja. Vit halda orð og eru alla tíðina við í rokanum."

 

Prosjekteringsleiðsla

Tilgongdin krevur neyvt innlit í myndugleikakrøv, galdandi lógarverk og ikki minst góðan føroyskan byggisið. Vit bera tankarnar úr skitsunum til tekningar og modell á tøkniligum máli við fremstu amboðum. Okkara ráðgevar leggja her dent á avtalaða dygd og burðardygd, eins og vit vísa á møguleikarnar við FM.

Prosjekteringsleiðarin planleggur og leiðir prosjekteringina, tryggjar tíðar- og fíggjarliga stýring og góðskutrygging undir prosjektering. Vit framleiða skjøl til myndugleikaviðgerðina – myndugleikaprosjekt - so tú trygt kanst bíða eftir endaligum startskoti frá myndugleikunum. Okkara prosjekteringsleiðari leiðir prosjekteringstoymið og samskipar arkitektur, landslag, konstruktiónir og installatiónir. Alt við støði í ásettu málunum fyri verkætlanina.

 

Byggileiðsla

Fyri at leiða eina byggiverkætlan trygt frá hugskoti til avhendan krevst ein ágrýtin, sterk og virkisfús byggileiðsla. Vit hava hollar og royndar byggileiðarar, sum meta samskifti og opið samstarv høgt fyri at skapa eina trygga verkætlanartilgongd. Byggileiðarin stýrir byggitilgongdini við atliti at dygd, tíð og fíggjarstøðu og samskipar fakeftirlitið. Hann luttekur á fundum við avvarðandi partar fyri at tryggja opinleika um arbeiðshættir og framleiðslu, hetta á uppstarts-, prosjekt-, fak-, trygdar-, og byggifundum. Eisini umboðar byggileiðarin byggiharran mótvegis arbeiðstakarum. Byggileiðarin tryggjar, at tey tilknýttu fakeftirlitini gera og útvega eftirlitsætlanir. Fakeftirlitið ger javnan eftirlit fyri at tryggja, at avtalaða góðskan av byggingini verður hildin.

Sum byggiharraumboð stýra vit arbeiðnum at gera sáttmálar millum partarnar í verkætlanini og røkja tín áhuga sum byggiharri fyri arbeiðstakara og ráðgeva. Fíggjarstýring verður gjørd leypandi sum umbønir, avtaluseðlar og krøv sum koma inn. Sum byggiharri fært tú mánaðarligt fíggjaryvirlit frá okkum, so tú kanst fylgja fíggjarkørmunum neyvt.

Sum heild samskipar SNA sum byggileiðari dagligu avbjóðingarnar, ið kunnu vera á einum byggiplássi við nógvum fakarbeiðstakarum. Hetta verður gjørt við at vit eru sjónlig á byggiplássinum, og við at vit hava regluligar byggipláss-, fak-, formanns- og samskipanarfundir. Vit tryggja áhaldandi framdrift við at skráseta støðið á arbeiðnum, dagliga uppfylging og at burturbeina møguligar forðingar. 

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo