BRÚKARASAMSKIFTI
Vit vita, at í eini og hvørjari byggiuppgávu eru tað brúkararnir, sum eru fremstu serfrøðingar at lýsa tørvin. At tað er alneyðugt, at vit lurta eftir teimum, sum verða brúkarar av einum bygningi, tá hann stendur liðugur. Næstan allar verkætlanir hava fleiri ella nógvar ymiskháttaðar brúkarabólkar. Tað kann vera leiðsla, byggiharri, starvsfólk, áhugabólkar, húsavarðar og reingerðarfólk. Fyri at øll skulu kunna kenna seg aftur og trívast í komandi bygninginum, er neyðugt at lýsa allar tørvir, ynski og fortreytir. Eisini er neyðugt at kortleggja møgulig mótstríðandi sjónarmið, til dømis ynski um gliðtrygg gólv mótvegis ynski um lætta og umhvørvisgóða reingerð. Okkara uppgáva er snøgt sagt at fáa verkætlanina lýsta frá øllum síðum. Alt hetta leggja vit nógv uppfyri at skilja og fáa fram í ljósið, áðrenn vit fara í holt við at tekna.
"Hjá SNA duga vit at skipa størri úrtøkiligar samanhangir og fáa teir lýstar ítøkiliga við einari haldgóðari verkætlan. At fáa nógv samstørv at ganga upp í eini størri heild. Hesa stýringina, har eisini tann upprunaligi tankin stendur fram týðiliga, eru vit stinn til hjá SNA."
Vit hava ment okkara egnu hættir at hava brúkaraumfør fyri at tryggja okkum, at vit skapa arkitektur sum er innrættaður til tey, sum skulu brúka hann. Við tað at vit virka innan mong ymisk øki og tí fevna breitt, eru vit von at flyta okkum. Tí kenna vit eisini týdningin av at lurta og duga at fáa fram brúkarasjónarmið í eini og hvørjari verkætlan. Í tøttum samskifti við partarnar í verkætlanini skapa vit eitt útgangsstøði, sum livir upp til væntaninar hjá bæði brúkarum og byggiharra. Uttan mun til um talan er um stóra og torgreidda verkætlan, ella um hon er avmarkað.
Brúkaraumfør eru útgangsstøðið í víðari tilgongdini. Vit venda alla tíðina aftur til niðurstøðurnar í brúkaraumførunum fyri at tryggja okkum, at vit eru á teirri leiðini, sum vit upprunaliga settu okkum fyri. Tað er grundleggjandi fortreyt fyri at brúkarar fylla út teir karmarnar, sum vit skapa teimum, at teir kenna kenna seg aftur í teimum.