top of page

PLANLEGGING

&   LANDSLAG

Føroyska náttúran er stórbær og vøkur. Men eisini viðbrekin. Umráðandi er at hugsa langskygt, tá vit víðka um bygda umhvørvið.

SNA hevur drúgvar royndir við at veita ráðgeving innan býarplanlegging, landslagsvarðveiting, økismenning, lokalplanlegging og landslagssniðgeving. Vit hava hjálpt fleiri kommunum og privatum aktørum við at gera bygdaatlas, útstykkingarætlanir, visjóns- og heildarætlanir, byggisamtyktir og skráseting av mentanarumhvørvum og SAVE skráseting av bygningum. Eisini hava vit arbeitt við sniðgeving og menning av havnaøkjum, landslagsgøtum og landslagsverkætlanum í bygdum umhvørvi.

PLANLEGGING & LANDSLAG
bottom of page