top of page

TÆNASTUR

Vit hava átikið okkum víðfevndar og torgreiddar uppgávur, har tað ofta eydnast okkum at skapa verkætlanir, sum samsvara við okkara samtíð. Vit stremba vit eftir at finna fram til, hvat arkitektururin kann skapa sum liður millum nakað sum er verandi og nakað nýtt, sum roynist væl. Vit hava verið við til at prógva, at í Føroyum eru vit á neyvt sama støði sum uttanlands, tá tað kemur til ráðgeving og byggileiðslu av umfatandi verkætlanum.

At verkætlanirnar fevna víða merkir, at okkara starvsfólk hava ógvuliga fjølbroyttar serførleikar og royndir. Førleikar sum eru samlaðir á einum staði. Vit kenna týdningin av góðum stevi við samstarvsfelagar, byggiharrar og aðrar partar í eini væleydnaðari byggitilgongd. Vit gera okkara ýtarsta at vera opin og trúgv mótvegis grundtankanum í eini og hvørjari verkætlan. Hetta meta vit eisini sum týðandi fortreytir fyri, at vit levera rættstundis og til rætta prís og dygd.

Hjá SNA er eitt aðalmál at veita burðardygga ráðgeving í sambandi við bygging. Vit taka undir við heimsmálunum hjá ST um, at vit øll stutt sagt skulu kunna liva væl nú og geva klótuna víðari til okkara børn í góðum standi.

SNA veitir tænastur innan øll øki innan bygging og planlegging:

bottom of page