SØGA OKKARA

Í eini 20 ár hevur SNA verið við til at mynda føroyskan arkitektur. Selmar Nielsen, arkitektur MAA, stovnaði virkið í 2001 og hevur havt dagligu leiðsluna um hendi øll árini. SNA er kent fyri at hava teknað og prosjekterað eina røð av eyðsýndum bygningum – frá verkætlanum innan býarráðleggjan til undirvísingar- og stovnsbygging umframt fjøltáttaða vinnu- og bústaðarbygging. Vit hava sostatt verið við til at ment okkara samfelag við vitalum funktiónum, so sum el-veiting, sjúkrahúsi, skúlum og stovnum, røktarheimum og býarplanlegging.

Vit hava føroyskt kjølfesti við høvuðsskrivstovu í Tórshavn, her eyðkenda umhvørvið tætt við harðbalnu náttúruna er týdningarmesta keldan til íblástur. Síðan 2015 hevur SNA havt teknistovu í Keypmannahavn, haðani vit eisini hava loyst uppgávur í Danmark.

Í 2017 løgdu SNA og Árni Winther Arkitektar saman, eftir at vit í fleiri ár høvdu samstarvað í samtakinum, FAERPORT – portrið til Føroya. Saman prógvaðu vit, at strategiin við samtakinum riggaði væl, bæði við útbygging av Vága Floghavn, Landssjúkrahúsinum og við Sundsverkinum. Árni Winther Arkitektar hava ímyndað føroyskan arkitektur í meir enn ein mansaldur. Við samanleggingini gjørdust vit før fyri at varðveita okkara samleika við fjøltáttaðum førleikum og fingu uppaftur fleiri dygdir og royndir.

Við umleið 20 starvsfólkum eru vit størsta arkitektfyritøkan í landinum. Vit hava eitt sterkt toymi sum rúmar teim evnum og tí serkunnleika, sum skulu til í verkætlanum, sum við tíðini eru vorðnar bæði størri og torgreiddari enn fyrr. Starvsfólkabýtið er á leið javnt millum arkitektar og byggifrøðingar umframt umsiting. Fleiri starvsfólk hava drúgvar royndir innan prosjektleiðslu.

© 2020 by SNA             SNA arkitektar | Landavegur 9 | FO-100 Tórshavn | Faroe Islands | Tel +298 354812 | sna@sna.fo