top of page

IKT OG BIM

Í byggivinnuni mennist talgild bygging ógvuliga skjótt. Hjá SNA hava vit í mong ár lagt okkum eftir at vera dagførd við nýggjastu vitanini og fremstu møguleikunum innan IKT-ráðgeving og BIM. Eisini hava vit bæði roynd og serútbúgvin IKT-starvsfólk, sum samskipa okkara verkætlanir og tryggja, at IKT-avtalur og krøv verða hildin og integrerað.

​

"Allar okkara uppgávur verða loystar digitalt við BIM-amboðum og Revit sum grundpalli. Tey nýggju amboðini, sum koma, verða brúkt til fulnar hjá SNA. Dygdin í tekniska tilfarinum hjá okkum er sostatt gott. Vit fáa ofta eisini tað skotsmál frá kundum okkara, at vit veita væl gjøgnumarbeitt tilfar."

​

 

IKT-leiðsla  Informations- og kommunikationsteknologi

IKT-leiðsla snýr seg um, hvussu vit yvirskipað samskipa talgildu arbeiðsgongdina við stýring av talgildum samskiftispallum. Hetta umfatar at:

​

  • tryggja, at skjøl verða navngivin og goymd í samsvari við galdandi vegleiðingar

  • tryggja dátutrygd

  • samskipa bygningsmodell

  • nágreina støði, og nær modell skulu deilast millum partarnar

  • bygningslutir eru flokkaðir, so samanhangur er millum modell, tekningar, frágreiðingar og nøgdarlistar

 

IKT-leiðsla umfatar harumframt talgilda góðskutrygging og handfaring av talgildum útboði og avhending av talgildum dátum til byggiharra.

 

BIM  -  Building Information Modelling

Hjá SNA hava vit í mong ár brúkt arbeiðsháttin, BIM, har tað ber til at lýsa ein bygning til fulnar, áðrenn spakin verður settur í. Hetta við at byggja eitt talgilt modell í 3D, har vit savna allar upplýsingar um hvønn einstakan lut í bygninginum og burturúr hesum eisini allar upplýsingar um lidna bygningin. BIM skapar góðar karmar fyri góðum tvørfakligum samstarvi og neyvari stýring av prosjekteringstíð, byggitíð og verkætlanarkostnaði.

Tá vit í sambandi við prosjektering skulu skipa torgreidd bygningsviðurskifti, er tað ein stórur fyrimunur, at tað er samanhangur ímillum allar bygningslutir. Verður ein broyting framd í prosjektinum, endurspeglast broytingin nevniliga í øllum prosjekttilfarinum. Hetta minkar munandi um vandan fyri, at tað koma óvæntaðar konfliktir ímillum ymsu lutirnar í verkætlanini.

​

Sum tað fyrsta byggja vit eitt talgilt modell í 3D, og greina so nógv sum til ber. Tey ymisku fakøkini, so sum berandi konstruktiónir og innleggingar, eru við í talgilda modellinum. Soleiðis slepst lættliga undan óvæntaðum støðum, sum til dømis at onkur av hesum vísa seg at renna saman, meðan bygt verður. Modellið hevur alskyns møguleikar: Tað ber til at taka út nøgdir at prísáseta, og vit kunnu greina mangt ymiskt so sum orku, burðardygd, sól, skugga, dagsljós, hita og vind. Eisini ber til at knýta bygningsmodell saman við “virtual-reality” brillum, sum gevur brúkaranum eina sannførandi uppliving av lidnu verkætlanini. Hendan møguleikan hava vit brúkt í sambandi við nýggja svimjihylin í Gundadali og nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Eisini kann modellið setast í lendið, har verkætlanin skal byggjast, so veruliga vavið og útsjóndin kunnu síggjast í heildini.

​

Sum byggiharri hevur tú við BIM eitt rættiliga neyvt yvirlit yvir ætlaða bygningin.Tú hevur møguleika at síggja øll fakøki samlað í 3D og kanst skjótt og lætt kava langt niður í smálutirnar. Soleiðis eru líkindini góð at finna tær flestu møguligu avbjóðingar í byggingini, sum annars kundu havt við sær óvæntaðar eykarokningar. Harumfamt kanst tú spáka ein “virtuellan” túr og kenna frástøður og samanhang millum ymsu økini í bygninginum.

 

Sum arbeiðstakari fært tú útflýggjað tekningar og modell, sum eru ógvuliga væl gjøgnumarbeidd. Tá vit hava skrásett bygningslutir við nøvnum, numrum og øðrum, kanst tú trýsta á bygningslutirnar í modellinum sum verða endurspeglaðir frágreiðingum og nøgdarlistum. Sostatt er einfalt at rokna út tilboð.

​

Fyri okkara verkætlanartoymi skapar BIM bestu karmarnar fyri góðum tvørfakligum samstarvi og eitt vælgrundað støði at taka avgerðir tí, tí vit hava eitt felags útgangsstøði. Soleiðis hava vit bestu fortreytirnar at stýra dygd, tíð og kostnaði.

bottom of page