
NEVND
Frans Andersen, nevndarformaður
Selmar Nielsen
LEIÐSLA
Selmar Nielsen, stjóri
Gunnar Fossdal Guttesen, teknistovuleiðari
Frans Andersen, menningarleiðari
Christoffur Gert Nielsen, fíggjarleiðari
V-TAL
569925
BANKASAMBAND
Betri Banki - Reg.nr.: 9181 Konta: 215.720.0
SØGAN
Tað var í nov. 2001 at Selmar Nielsen stovnaði arkitektavirkið SNA.
SNA hevur síðstu 20 árini ment seg til at gerast eitt tað størsta arkitektavirkið í Føroyum, sum kann vísa á eitt stórt tal á byggiverkætlanum, sum eru teknað og projekterað hesi árini. SNA hevur drúgvar royndir frá fleiri almennum, kommunalum og privatum byggiverkætlanum í Føroyum. Harumframt hevur felagið eisini royndir uttanlanda.
Í november 2017 varð virksemið hjá Árna Winther Arkitektum lagt saman við SNA, og í dag starvast 25 starvsfólk hjá SNA, har starvsfólkabýtið er javnt býtt millum arkitektar og byggifrøðingar umframt umsiting, sum í felag loysa uppgávurnar. Nevnast kann, at fleiri av okkara starvsfólkum hava drúgvar royndir innan projektleiðslu. Tí kann SNA í dag bjóða kundum sínum bestu ráðgevingina, tá talan er um øll sløg av byggiverkætlanum í Føroyum.
SNA arbeiðir í løtuni við fleiri størri verkætlanum í Føroyum, har gott samstarv er við aðrar ráðgevarar. Í 2018 stovnaði SNA formliga deild í Keypmannahavn, SNA-Arkitekter Aps. Eisini í Íslandi luttekur SNA í verkætlanum. Somuleiðis arbeiðir SNA við býarplanleggingar uppgávum fyri føroyskar kommunur.
Nakrar av teimum størstu verkætlanunum verða skipaðar í samtøk. Samtakið FAERPORT hevur egna heimasíðu.
Aðalmálið í øllum arbeiðum hjá SNA er "at loysa fjølbroyttar byggiverkætlanir fyri at nøkta tørvin og fremja trivnaðin hjá ánarum og brúkarum" Visiónin hjá SNA er at "at gera dreymar til arkitektur"