BÚSTAÐIR

Bústaðurin er karmur um lívið. Samfelagið og lívsstílur eru broytt nógv seinastu tíðina. Siðbundna sethúsið sum karmur um familjuna við tveimum til trimum ættarliðum er nú ikki einasti bústaðarhátturin í Føroyum. Stórur eftirspurningur er eftir íbúðum til støk, eldri og lesandi. Eins og tað verður alt størri tørvur á bústaðarstovnum. Hetta setur krøv til okkum arkitektar at definera bústaðin av nýggjum. Óansæð málbólkin og stødd og slag av bústaði verður tikið støði í tørvinum hjá búfólkinum. Og við fokus á tað góða lívið verður bústaðurin teknaður. Dentur verður lagdur á at hugsa útiumhvørvið inn í bústaðin og at hugsa langskygt og burðardygt. Heimið er tryggleiki, nærvera og samvera, og hetta er upphavsstøðið í bústaðararkitekturinum hjá SNA.