Byggiharri: Tórshavnar Kommuna
Útinningsár: 2010 - 2012
Bygningsstødd: 5.500 m2
Byggikostnaður: 99 milliónur
Boðanesheimið
Boðanesheimið hýsir 64 búfólkum við ellisbrekum og varandi sjúkum, sum hava tørv á røkt. Niðriundir húsast 24 fólk í Strandarlon. Uppiá eru 3 búeindir: Traðarlon, sum hýsir 24 fólkum, Boðalon, sum hýsir 12 minnisveikum fólkum og Hólmslon, sum er serlig búeind bygd til at hýsa 4 frontaldementum ella við líknandi atburði. Í stóru felagslonini er stórkøkur, matarhøll, virkis- og venjingarstova og fyrisiting.
Í verkætlanini er dentur lagdur á:
• at til ber liva eitt lív, sum gevur meining og varveitir samleikan hjá húsfólkunum
• at fakliga dygdin av veittum tænastum verður sett í hásæti
• at heimið áhaldandi verður við til at menna heilsufremjandi og fyribyrgjandi tiltøk til heimabúgvandi pensionistar
• at starvsfólkini og húsfólkini í heiminum trívast, mennast og hava tað gott.
Boðanesheimið er merkt av tryggum og heimligum umhvørvi.
Fyrstu húsfólkini fluttu inn í Boðanesheimið í desember 2012.