top of page

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Ár: 2016

Longd: umleið 140 m

Kostnaður: Brúgv og landslag: umleið 50 mill. kr.

Slag: Nýbygging

Brúgvin fellur væl inn í landslagið, og hon bindur saman økini norðan- og sunnanfyri Sandá, eins og løgarsteinarnir gjørdu í fornum tíðum. Brúgvin stendur á trimum beinum, sum ímynda gomlu løgarsteinarnar, meðan sambindingin millum teir – koyribreytin – lýsir menningina í undirstøðukervinum. Har tú áður mátti loypa stein av steini, kanst tú nú ganga ella koyra.

 

Miðað er eftir, at brúgvin ávirkar umhvørvið sum minst. Hon er tí gjørd so einføld, at hon sýnist sum ein rennistrongur tvørtur um ánna. Brúgvin hevur ein lítlan hæddarmun á 0,6% við jøvnum halli frá norðursíðuni og suðureftir. 

 

Brúgvin er bygd upp við trimum beinum, ið standa á fundamentum, ið eru fjald í lendinum. Íblásturin til uppbygnaðin í beinunum undir brúnni er frá bondunum í føroyska bátinum og kropsbygnaðinum á stóru djórunum í høvunum kring okkum.

 

Brúgvin er teknað sum ein opin og mjá konstruktión, ið klárar stórt spenni og eisini er harðfør, tá talan er um dygd og haldgóðsku. Vit hava gjørt av at gera eina mjáa brúgvaloysn, sum bindur økið saman. Hetta er eydnast við eini kompositkonstruktión. Brúgvin er uppbygd við betongbeinum, ið bera ein stálkassa. Á hendan verður lagdur ein betongflati, sum verður undir koyrivegnum. Statiski uppbygnaðurin ger, at beinini kunnu gerast lutfalsliga mjá og skapast sum lívfrøðiligar skurðmyndir undir brúnni. Við at gera brúnna á hendan hátt, verður tilgongdin í byggitíðini umhvørvisliga røtt, og brúgvin gerst ein ferðslutrygg loysn.

 

Brúgvin og landslagið báðumegin ánna verða uppbygd soleiðis, at ein størri samanhangur verður millum báðar síðurnar av brúnni. Soleiðis fæst eitt betri framhald  av býnum fyri koyrandi ferðsluna, eygleiðarar, íbúgvar í økinum eins og tey, ið spáka í náttúruvakra økinum.

 

Á báðum síðum er lendið endurskapað og tað eru gjørdir størri og smærri heyggjar, ið skapa framhald av landslagnum, so alt sæst sum ein heild, ið einfalda brúgvin nágreinar og undirbyggir við einføldum loysnum og endurtøkum, ið eyðkenna verkfrøðingalistina innan brúgvabygging.

Brúgvin um Sandá

Kvoldmynd fra Argjun -6159
Panorama_frá_Havnardali
Nærmynd - í brúgv
Støðumynd 1-500
Skurður  1-20 1-10
Brúgv frá sjónum 3
bottom of page