top of page

Grundøkið í Gøtu fevnir á fleiri hættir um bæði møguleikarnar og avbjóðingarnar við at liva og vaksa upp í Føroyum. Stórsligna lendið, áarløkir úr fjallasíðuni, nærlívið í viðarlundini og óendaliga havsbrúgvin – hesi undir ævinliga skiftandi veðrinum.

 

Eitt framúrskarandi øki fyri børn og samstundis avbjóðandi. Hvussu kunnu smá vøggustovubørn eins og tey størstu í barnagarðinum øll taka lut í hesum á tryggan hátt? Og menna fatanina av, hvussu tey sjálv eru ein partur av øllum hesum – grasinum, ánni, djórunum og stóra umheiminum.

 

Í hesum uppskoti verður arbeitt við arkitekturi, ið hevur tætt samband við náttúruna og lætta atgongd til náttúruna úr bygninginum. Allar stovur, gangir og felagsøki eru ljós og gjøgnumlýst við útsýni til landslag og himmal.

 

Bygningurin savnast um eitt innara tún mótvegis viðarlundini. Her er spæliplássið í tveimum hæddum, við nærlívi, lívd og við góðum sambandi til ytru síðuna, har spælt verður framvið ánni ella í landslagnum rundanum.

 

Treytað av aldri og veðri ber altíð til at spæla úti - at kína kaninunum undir tekjuni í garðinum, tá tað regnar av grimd ella at klintra heilt upp í tornið í brekkuni ein vakran summardag.

Kappingaruppskot 2017

Dagstovnur við Gøtugjógv

gården
Parkering-indgang
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv_Stø�ðumyndCB
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv---Skurdur-C-1_100
Hagi-hægri
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv---Hædd-00-1_100
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv---Hædd-01-1_100
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv---Sídumynd-SE-1_100
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv---Sídumynd-NE-1_100
Nýggjur-dagstovnur-við-Gøtugjógv---Skurdur-A-1_100
bottom of page