Finsen
Byggiharri: Tórshavnar Kommuna og Bústaðir
Ráðgevi: SNA
Tíðarætlan: 2015-2017
Vav: 4500 m2 i 2 bygningum + facaderenovering av 1 bygningi
Kostnaður: 52 mill. kr.
Tórshavnar kommuna og Bústaðir hava saman ynskt at varðveita so nógv sum gjørligt av gamla Kommunuskúlanum. Kommunan ynskti, at bygningurin skuldi hýsa lestraríbúðum og at gera garðin almennan og opnari at binda býlingin betri saman. Ynski var eisini um, at varðveita Auluna, Sangstovuna og Verkstaðin, sum liggja í endanum niðan móti Sjónleikarahúsinum, til almenn endamál. Í Eystaru Lon varð kaffistova staðsett í veghædd at tryggja opinleika og virksemi móti Tórsgøtu/Niels Finsens gøtu. Móti Tróndargøtu eru Fimleikahallirnar fyribils varðveittar innan, men uttan er framsíðan renoverað og størri vindeygu ísett.
Tær stóru íbúðirnar fylgja støddini, sum skúlastovurnar høvdu og er so nógv sum gjørligt av tí gamla varðveitt. Minnu íbúðirnar eru sum heild ein skúlastova deild í tvey. Undantøk eru, m.a. har íbúðir fyri rørslutarnað, eru.
Garðurin er gjørdur opnari, við tunlum, sum ganga gjøgnum bygningin niðan til Sjúðargøtu og eystur undir íbúðirnar til Tórsgøtu/Niels Finsens gøtu. Eisini er garðurin ruddaður fyri nógvum asfaltini at fáa helluna fram. Á helluna eru gjørdar farleiðir, sum leiða fólk inn til íbúðir og almennu rúmini.
Bygningurin er í síni heild opnaður upp út móti Tróndargøtu, Sjúrðargøtu og Tórsgøtu/Niels Finsensgøtu við størri vindeygum og karnappum, har fólk kunnu sita og uppliva býin. Inn móti garðinum, har góður sólargangur er, hava íbúðirnar altanir.