top of page

Glyvra kirkja

Byggiharri: Kirkjuráðið á Glyvrum

Stødd: 2.529 m²

Kostnaður: 89,8 mill. kr.

Slag: Nýbygging

 

​

Nýggja kirkjan á Glyvrum tekur støði í tí leikluti, sum fólkakirkjan ynskir at hava í dagsins samfelagi. Eitt sjálvsagt frístað í gerandisdegnum, opið og gjøgnumskygt við virðiligum kørmum um andaliga lívið í sóknini.

​

Í fyrsta lagi skal kirkjan rúma tí fjølbroytta kirkjuliga virkseminum. Grundarlagið er sambandið millum prest og kirkjufólk, sum er tað er ment gjøgnum øldir. Fólkið situr á bríkum í tveimum røðum við gong ímillum, sum leiðir til altarið. Omanfyri er kirkjuloft í tveimum hæddum. Tveir bogaðir veggir savna rúmið, so tað kenst fjálgt, antin mong ella fá fólk eru í kirkju. Frammi í kóri er rúmsátt til ferming, dóp og til dømis tónleik. Aftanfyri er kapell, skrivstova og skrúðrúm.

​

Dentur er lagdur á eisini at kunna rúma mentanarligum tiltøkum og samveru av ymsum slagi. Serliga er hugsað um børn og ung, og teir serstøku møguleikar, sum kirkjurúmið veitir til tónleik. Forkirkjan er rúmlig, so kirkjufólkið kann hittast fyri og eftir kirkjugongd í øllum veðri. Her er pláss, tá stórar jarðarferðir eru. Rúmligur kirkjukjallari er til sunnudagsskúla, konfirmantar, fundir, samkomu, ervi og líknandi. Eisini er køkur, klædnarúm og tøknirúm.

​

Serligur dentur er lagdur á ljóðviðurskiftini, so talaða orðið, sangur og tónleikur hava bestu umstøðurnar. Urgan, sum verður flutt úr gomlu kirkjuni, kann verða útbygd til eina stødd, sum verður serstøk í Føroyum.

​

Í kirkjuskipinum streymar dagslýsið óbeinleiðis innar. Her er dentur lagdur á innhugsan og samveru. Í forkirkju og í kirkjukjallara er útsýni yvir fjørðin og virksemið har um leiðir.

​

Kirkjan horvir eystur og vestur, sum siður er. Hon er ein bygningur, ið hoyrir nútíðini til, og sum ætlandi skal ríka býarmyndina við serligum sniði og tilfari. Eitt einfalt snið uttan, sum innan skapar heilt serstøk rúm og upplivingar.

​

Uttandura er atkomuligt hjá vitjandi til gongu og í bili. Høvðusinngongdin er vard móti ringast ættunum. Innandura sleppa illa gongd runt, og lyfta er millum hæddirnar.

​

FrĂĄ KĂĄlvhĂșsvegi
FrĂĄ Glyvravegi
FrĂĄ Glyvravegi kvĂžld
StÞðumynd
KvĂžldmynd, ljĂłssprunga ĂĄ norĂ°ursĂ­Ă°u
KirkjurĂșmiĂ°, sĂŠĂ° frĂĄ orglinum
Kirkjan sĂŠĂ° Ășr landnyrĂ°ingi
KirkjurĂșmiĂ°, sĂŠĂ° omanĂ­frĂĄ
bottom of page