top of page

Langhylur í Gundadali

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

1. virðisløn í arkitektakapping 2016

Tíðarætlan: Projektering liðug í 2020. Liðugtgerð 2023

Verkfrøði: LBF og SMJ

Stødd: Samlað hæddarvídd: 6.537 m². Ábygging til nýggja langhyljarbygningin: 3098 m²

Kostnaður: 148 mio. kr. HVU

 

Verandi svimjihøll er vælkomponeraður trýbýttur bygningur. Í strembanini eftir at tillaga nýggja langhylin til hendan fína bygning eru takgeometriin og greidleikin førd víðari. Hervið legst ikki enn ein markantur og øðrvísi arkitekturur seg afturat tí framman undan fjøltáttaða arkitektoniska umhvørvinum. Verkætlanin roynir at tillaga seg Gundadal og verandi svimjihøll við virðing og í ávísan mun varsemi. Hon er samstundis ein roynd at koma við einum nútíðar anda og haldgóðsku aftrat tí góða, ið longu er.

Tórshavnar Kommuna skrivaði út hugskotskapping í 2016 um Langhyl í Gundadali, ið SNA vunnu. Endamálið við verkætlanini er at útbyggja svimjihøllina til eisini at fevna um ein langhyl á 50 metrar. Nýggi hylurin bjóðar umstøður til svimjifrálæru, motións- og kappingarvenjing og kann hýsa altjóða stevnum. Við útbyggingini verða harumframt hentleikar til likamsvenjing, spæl, vælveru, svimjiítrótt og sosiala samveru fyri fólk í øllum aldri. Skaptir verða tíðarhóskandi karmar, sum fremja og stuðla virkseminum, bæði hjá úrvalsíðkarum og vanliga borgaranum.

Við sínum 10 geilum gevur langhylurin bæði elitusvimjarum og vanligum borgarum bestu sømdir. Ein tribuna er við áskoðaraplássum til nakað yvir 600 fólk, ið dagliga kann nýtast sum venjingarøki og til útstrekking o.a.

Ein heitur hylur er til vatnvenjing, ið er sera kærkomin til giktasjúk, barnafamiljur og borgarar annars, og kann nýtast til skipaða liðvenjing umframt til vanligt brúk. Hesin hylur er ein vælverueind í sær sjálvum, men er somuleiðis partur av einum vælveruøki við damprúmi og gosbaði. Uttandura eru tveir hyljar, annar heitur og hin kaldur, ið saman við saunarúmi eru ein sonn vælveruuppliving.

Sunnan fyri langhylin er til stevnur frípláss til startøkið, har borð verða sett upp til dómarar og fyriskiparar, umframt at pallur til heiðursmerkjahandan verður staðsettur. Dagliga kann hetta økið nýtast til eitt nú hvíld við liggistólum við infrareyðum hita.

Á 2. hædd er fleirvirknissalur, ið kann nýtast til ymisk endamál. Til kappingar hýsir hann VIP-gestum, miðlafólki o.ø., men dagliga hýsir hann fundarvirksemi, yoga-liðum, kontórvirksemi ella eitt nú ráðstevnum, við framúr panoramaútsýni yvir býin. Virksemið kann vera atskilt frá høllini annars við egnari atkomu.

Atkoman inn í verandi móttøku verður framhaldandi høvuðsinngongd. Atkomumøguleikar eru góðir fyri øll, og karmarnir eru til, at koyristólsbrúkarar bæði kunnu nýta svimjihentleikarnar og koma sum áskoðarar, har pláss er bæði á 2. og á 1. hædd nær við startenda á langhyli.

bottom of page