Arbeiðsánari: Almanna- og heilsumálaráðið
Byggiharri: Landsverk
Stødd: 5.500 fermetrar
Prísur: 156 mill.
Sum liður í framhaldandi nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum, er verandi sjúkrahús víðkað við einum tilbygningi, G-bygningurin.
Bygningurin rúmar nógvum ymiskum virksemi, ið setir stór krøv til karmarnar. Á niðastu hædd er rannsóknarstova við blóðbanka, klinisk/kemisk-, mikrobiologisk- og patologisk rannsóknarstova. Á aðru hædd skaðastova, intensiv deild og kommunulæknahøli. Á triðju hædd eru skurðstovur. Á fjóru er skurðseingjadeild, og á fimtu tøkni.
Aðalmálið er eitt trygt og vakurt umhvørvið til sjúklingar og starvsfólk á einum støði, sum ikki smæðist burtur.
Arkitektavirkið hevur veitt arkitektaráðgeving, projekteringsleiðslu, byggileiðslu, og ráðgeving viðvíkjandi innbúgvi og útgerð.