top of page

Frans Andersen settur sum menningarleiðari

  • Writer: Selmar Nielsen
    Selmar Nielsen
  • Sep 14, 2018
  • 1 min read

Frans Andersen er settur sum menningarleiðari hjá SNA. Frans hevur drúgvar royndir sum stjóri í altjóða arkitektafyritøku, har hann í 12 ár hevur verið stjóri og nevndarlimur hjá White arkitektum í Danmark.

Frans leiddi toymið, sum í 2017 vann kappingina Nordic Built Cities, við uppskotinum The Eyes of Runavík.

Frans er hevur eisini sera drúgvar royndir innan heilsu- og sjúrkrahús bygging og er eisini í stýrisbólkinum fyri Medic OUH, sum hevur staði fyri projekteringini av Odense Universitetshospitali.

í 20 ár var Frans partaeigari og tekniskur stjóri hjá HS ark a/s, har hann eisini stóð fyri projekt- og byggileiðslu av fleiri skúlum og virkisbygningum í Føroyum.

Umframt starvið sum menningarleiðari hjá SNA, er Frans Andersen eisini nevndarlimur í SNA.


 
 
 

Comments


bottom of page