Umboðandi ráðgevatoymið, EIND, helt Árni Winther hesa røðu til hátíðarhaldið á Skúlanum á Fløtum hin 3. november 2020:
Á ein hátt so er ein slík verkætlan skrekkilig. Longu tá fyrstu linjurnar trilvandi verða gjørdar, tá kemur ivin. Er hetta besta loysnin? Ellla er hon yvirhøvur góð? Tí hetta verða karmarnir um 1000-tals børn og vaksin í áratíggjur. So kemur tað hartil, at nú vendist ikki aftur.
So skal onkur tekna, og onkur skal rokna, onkur skal stýra, onkur skal kanna, og onkur skal samskifta, onkur skal grava, onkur skal stoypa, onkur skal negla, onkur skal skrúva, onkur skal mála og so frameftir. Hvør í sínum lagi við sínum førleikum og sínum royndum og hvør við sínum stoltleika. Og hetta gevur eyðvitað ósemjur og ónøgd. Tí tað kann vera ilt at skilja, at júst hetta skal verða gjørt øðrvísi, enn tú sjálvur heldur. Er hetta ein góð, trygg loysn? Sær hon ok út? Hví ikki prioritera børn og starvsfólk heldur enn pengar? Ella kann tað ikki raðfestast øðrvísi?
Serliga sparingar raka meint í einum sovorðnum forløbi. Sum dømi: Vit droymdu um eina rørslukullu undir parti av skúlanum. Eitt glasiligt útirúm, men tað datt tíðliga burtur úr verkætlanini.
Hetta er alt úrslitið av, at øll hvør í sínum leikluti roynir at gera sum frægast. Um javnvágin altíð er tann rætta, tað kann man altíð kjakast um, men tað sum ræður um, tá verkætlanin kortini skal eydnast, er at øll hava virðing fyri hvørjum øðrum. Tað er í lagi at hava egna meining – viðhvørt sterkar meiningar – tí annars so gerst úrslitið bara líkasælt. Men tá verður neistarok viðhvørt, og tað kann vera slítandi. Men tað sum tá kann staðfesta, at tað er meining í galskapinum, tað er ein felags áhugi um at koma á mál. Koma ígjøgnum við hesum her.
Og vit komu á mál. Eg haldi, at vit hava havt útivið 60 stýrisbólkafundir, og á teimum hevur eitt fast evni verið hvørja ferð, sum eitur “arbeiðslagið”. Og eg haldi, at eg taki ikki feil, at tað hvørja ferð hevur staðið í frásøgnini: “Arbeiðslagið er gott”.
Eg skal vegna ráðgevaratoymið, EIND, takka fyri samstarvið við byggiharran, byggifeløg og veitarar og innanhýsis í samtakinum. Tá vit fóru undir hesa verkætlan, mannaðu vit okkum væl á arkitektasíðuni. Vit høvdu ZETA Arkitektar við, BRIM Arkitektar og Árna Winther Arkitektar, sum seinni eru komin upp í SNA.
Vit sóu hetta her sum eina stóra og torføra verkætlan, sum vit skuldu vera væl fyri at vinna. Afturat okkum fingu vit so vælútbornu verkfrøðingarnar, LBF og SMJ. Stevnan var at býta skúlan í eindir, har sum næmingarnir kundu kenna seg tryggar og sum hóskaðu til aldurin. Men samstundis var ambitiónin at skapa eina markanta eind: Skúlin á Fløtum! Og hetta bleiv so Skúlin á Fløtum.
Hetta er nú latið úr hondunum, og vit fáa ikkki gjørt meir. Nú er tað upp til skúlan at fáa sum mest burturúr. Og tað er gleðiligt at síggja, at starvsfólkið hevur tikið hesa uppgávu upp á seg við eldhuga.
Tá ið nýggi stóri Kommunuskúlin bleiv tikin í brúk í 1956, tá stóð eg sjálvur eitt sindur ótryggur úti í garðinum og skuldi í 1. flokk. Og eg minnist enn, tá eg kom inn, litirnar, luktin, ljóðið, listina og ikki minst fólkameingið. Í gjár vóru nýggj børn í somu støðu. Spent, kanska eitt sindur varin. Vit skylda teimum eina góða byrjan og eina gevandi skúlatíð. Tú kanst undrast um, hvar tey munnu vera um eina hálva øld ella meir. Og helst bjóðar hesin skúlin enn nýggjum børnum vælkomnum tá.
Hjartaliga til lukku við skúlanum!
Comments