top of page

Skúlin á Fløtum nærkast

  • Writer: Brynhild Høgnadóttir
    Brynhild Høgnadóttir
  • Sep 21, 2020
  • 2 min read

Updated: Sep 27, 2020

Nú seinastu snøklarnir verða avgreiddir á Skú


lanum á Fløtum, hava vit verið ein túr við málsarkitekti okkara, Ingu Katrini Winther Næs, sum seinastu árini hevur havt sína dagligu gongd á Føroya størsta fólkaskúla.

Uttanífrá er skúlin minimalistiskur við beinum linjum og glasi, men inni er beint øvut. Her er fjálgt, nógvir krókar og organisk snið.

Ráðgevingin til Skúlan á Fløtum er samstarv millum SNA, Zeta Arkitektar, Brim Arkitekar, LBF og SMJ. Staðið fyri bygging hevur samtakið, Articon/Búsetur.

ree

Tað fyrsta tú sært, er at skúlin longu er væl frágingin rundanum. Her teir báðir sparkivøllirnir. Her verður asfalterað rundan um í næstum.

ree

Hella, sum er partur av spæliøkinum. Her verða runnar plantaðir rundan um fyri at fáa lívd. Skúlin á Fløtum er størsti skúlin í landinum. Trý floksspor verða frá forskúla til 7. flokk, og 8. og 9. flokkur verður 5-sporaður. Tilsamans 850 næmingar og 100 starvsfólk.

ree

Økið rundanum er mestum alt asfalterað.

ree

Rundanum allan skúlan gongur ein reyð 500 metra long rennibreyt. Ljós er allan vegin. Hon fer ivaleyst at draga rennarar í grannalagnum til sín eisini.

ree

Økið, har bygningurin verður bygdur, er sermerkt í føroyskum høpi. Ein stór fløta - sløtt og vallað uttan stórvegis útsýni. Fyri at røkka vakra útsýninum lyftir bygningurin seg upp úr fløtuni. Eitt reint skap við skørpum linjum. Tjørnin kom undan kavi, tá grivið varð oman av fyri at fríttleggja helluna. Hellan er nú partur av spæliøkinum norðanfyri. Her hava næmingar plantað eini 2000 trø.

ree

Útsýnið av tekjuni er frálíkt og sjónaringurin víður og vakur.


ree

Tekjan á ovasta staðnum við hádeildina. Tekjan er partur av útiøkinum á skúlanum. Legg til merkis vindeyguni, sum rísa til báðar síðurnar. Hesi geva ljós til felagsøkini inni í skúlanum.

ree

Heimkunnleiki.

ree

Miðøkið. Í einum skúla skal vera so mangt annað enn skúlastovur. Í Skúlanum á Fløtum verður tí eisini ítróttarhøll, bókasavn og høli til heilsufrøðingar, lestrarvegleiðarar, kt-vørðar, húsavørðir, tónleik, smíð, hondarbeiði, heimkunnleika, motorlæru, evning og náttúrulærugreinir og líknandi.

ree

ree

Á súlunum hanga listaverk hjá Jón Sonna Jensen, listamanni.

ree

Fyrilestrarsalurin rúmar tveimum flokkum.

ree

Ímillum stóru sperrurnar eru bólkarúm.


ree

Stóra felagsøkið sæð úr hádeildini. Gólvið er slípað betong og lendistrappurnar smoyggja sær omaneftir og upptaka hæddarmunin. Í miðøkinum eru sititrappur, sum knýta felagsøkinini saman millum hæddirnar.

ree

Vísindadepilin.

ree

Felagsøkið í hádeildini. Elstu næmingarnir eru ovast í skúlanum. Har hava teir egin felagsøki við víðari útsýni yvir allan skúlan. Tey hava vanligar floksstovur og vælútgjørdan vísindadepil, við royndarstovum, fyrilestrarsali og skjalfestingarhølum.


ree

Ítróttarhøllin, sum er til støddar sum ein hondbóltshøll, hýsir í hesum døgum innbúgvi til skúlan.

ree

Inga Katrin Winther Næs er málsarkitektur hjá SNA. Takk fyri rundferðina!

 
 
 

Comments


bottom of page