top of page
< Back

Vága Floghavn

Føroyska veðurlagið er týðandi fortreyt fyri, at floghavnin kann virka eftir vild. Bygningarnir eru skapaðir soleiðis, at teir geva lívd fyri ættunum, ið oftast eru við floghavnina.



Floghavnin er staðsett í einum øki, sum eru óvanliga slætt samanborið við onnur í føroyska lendinum. Terminalbygningarnir eru savnaðir í ein heildarbygnað, sum tryggjar eitt einsháttað úttryk. Samstundis kunnu tær einstøku funktiónirnar verða uppsettar og víðkaðar samsvarandi krøvum og tørvi.



Økið til at taka ímóti ferðandi og at seta tey av, er undir taki.

Bygningarnir eru bundnir saman í einum boga millum airside og landside, sum eisini virkar sum trygdarbyrging og lívd fyri vindi hjá ferðandi. Innan fyri hesa skipan eru ymsu funktiónirnar tillagaðar, og stórur dentur er lagdur á at skapa samanhang millum tær.

Tænastufunktionirnar eru staðsettar í einari skynsamari og einfaldari bygningsskipan, sum inniheldur hentleikar í bæði einari og tveimum hæddum.

Vága Floghavn

Byggiár:

bottom of page