top of page

Byggiharri: SEV

Tíðarætlan: Liðug 2020

Stødd: 10.700 m2

Kostnaður: 195 mill. 

 

Útbygda Sundsverkið skal tryggja støðuga orkuveiting til føroyska samfelagið og skapa trygt grundarlag fyri framhaldandi munadyggari menning av varandi og burðardyggum orkukeldum.

Við projektinum hevur verið hugt eftir heildarmyndini av økinum á Sundi fyri at skipa økið betur. Sjálv víðkanin er stór í vavi, sum í stóran mun er stýrd av tøknikrøvum. Roynt hevur tí verið at skapa hóskandi karmar til vitala virksemið í einum tílíkum orkuvirki. Staðsetingin á Sundi sømir seg ógvuliga væl til slíkt virksemi. Støddarlutfallið er vítt, við fjallasíðunum, firðinum og landsvegnum. Talan er um støddir, ið taka fatur í stóru linjunum í landslagnum. Flestøll uppliva bygningin í fjarstøðu ella í rørslu.

Víðkanin fevnir um fýra nýggjar motorar, skorstein, hjálpiútgerð, leiðingar av ymiskum slagi, verkstøð, goymslur o.a. Bygningurin er bæði í funktión og skapi trýbýttur: ein tungur afturlatin kassi móti sjóvarmálanum, ein høg lættari samanbinding og ein lægri bygningur, hóskandi til smærru hølini. Dentur verður lagdur á, at skapa bygningsverk, sum hóska til staðið. Rætningarnir eystur og vestur eru greiðir, og nýggja verkið leggur seg ímíllum grótbrotið og sjóvarmálan í somu ættum. Innaru funktiónskrøvini eru stýrandi fyri skipanini av bygnaðinum. Serliga er tað tvífaldingin av motorum og hjálpiútgerð, sum skal speglast um skorsteinin, ið skapar eyðkenda monumentala úttrykkið. Verkið tekur fatur í nakrar av stóru linjunum, men fullfíggjar seg sjálvt kortini.

Motorhallirnar liggja væl vardar út móti sjóvarmálanum og strammar strandarlinjuna upp. Bygningurin er sjáldsama afturlatin, við tað at tørvurin á dagsljósi er óvanliga lítil, meðan alneyðugt er at halda ljóðinum inni. Ljósa samanbindingin smoyggir seg millum afturlatnu skrínini og sermerkir longdina á bygningum. Sambindingin er farleið fyri alla ferðslu, herímillum fólk, tøkni og veitingar. Við at skifta bygningin soleiðis sundur er sostatt møguligt bæði at tillaga karmarnar til funktiónirnar á best hóskandi hátt, og at bygningurin arkitektoniskt lagar seg til tríbýttu støddarlutføllini í landslagnum og til menniskjað.

Sundsverkið - Støð 3

Verkstaðsbygningur eystur_reyð plátuklæð
Frá útnyrðingi málað betong komp
4 kopier
5 kopier
7 kopier
2 kopier
Skurður F
undir_Hjalla_dagførd_04102016
bottom of page