Skúlin á Fløtum
Skúlin staðsettur á fløtu
Skúlagarður á tekju
Tveir uttandura bóltvøllir.
Rennibreyt
Flokshøli
Loft
Flogvit
Útsýnið frá hádeild yvir felagsøkið.
Ítróttarhøll
Bólkarúm

Byggiharri: Tórshavnar kommuna

Stødd: 11.500 m2

Kostnaður: 383 mill. kr.

Ár: Liðugur november 2020

Ráðgevar: SNA/Árni Winther Arkitektar, ZETA Architects, Brim Arkitekar, LBF og SMJ.

Arbeiðstakari: Articon/Búsetur

Skúlin á Fløtum er størsti skúlin í landinum. Trý floksspor verða frá forskúla til 7. flokk og 8. og 9. flokkur verður 5-sporaður.

Økið, har bygningurin verður bygdur, er sermerkt í føroyskum høpi. Ein stór fløta - slætt og vallað uttan stórvegis útsýni. Fyri at røkka vakra útsýninum lyftur bygningurin seg upp úr fløtuni, eitt reint skap, við skørpum linjum.

Arkitektururin er sprottin úr føroysku náttúruni, samleikanum og ymiskleikanum. Íblásturin úr jarðfrøðini, har sterkastu klettarnir standa stinnir tá alt annað verður máað burturav. Skúlin er samansettur av 7 oyggjum samanbundnum av einum stórum felagsøki. Og eins og sjógvurin er bindiliðið og samferðsluæðrin millum føroysku oyggjarnar, skapar felagsvirksemið lívliga sambandið og dagliga renslið millum deildirnar.

Uttanfrá er bygningurin ein samanhangandi heild, meðan bygningurin innan skapar rúm fyri øllum tí fjølbroytta virkseminum. Sniðið og hølisskipanin eru nýskapandi og framskygt. Dentur er lagdur á at ymisku deildirnar í skúlanum fáa bestu karmar at virka undir, samstundis sum felagsvirksemið samantvinnar oyggjarnar saman í eina heild, sum ikki letur seg skilja sundur.

Elstu næmingarnir eru ovast í skúlanum. Har hava tey egin felagsøki við víðari útsýni yvir allan skúlan. Tey hava vanligar floksstovur og vælútgjørdan vísindadepil við royndarstovum, fyrilestrarsali og skjalfestingarhølum. Í felagsøkinum eru bólkarúm innbygd millum stóru sperrurnar í bygninginum. 

Miðdeildin, sum eru 4., 5. og 6. flokkur, húsast mitt í skúlanum somuleiðis við egnari inngongd. Miðdeildin er á trimum oyggjum, har floksstovurnar liggja úti við fasaduna, eins og floksstovurnar gera í øllum bygninginum, og soleiðis halda fast í stramma strukturinum út til útveggirnar. Handaligu fakhølini eru staðsett út ímóti felagsøkinum og bloyta føstu rammurnar upp. Millum oyggjarnar eru brúgvar, sum bæði knýta miðdeildina saman og eisini bindur miðdeildina saman við hinum deildunum. Á hendan hátt kunnu næmingarnir bæði verða atskild á egnum deildum og fáa kensluna av felagsskapi, tí samstundis sum grunddeildin, miðdeildin og hádeildin eru sjálvstøðugar deildir, verða tær flættaðar saman av felagsøkinum.

Tað hevur verið umráðandi at hava einstaka næmingin í huga í eini so stórari verkætlan. Næmingarnir skulu kunna kenna seg púra tryggar í kendum umstøðum. So hóast tey yngstu eru partur av einum størri skúla, er rúm til alt virksemi hjá smáu børnunum í grunddeildini. Felagsøkini eru við krókum, hemsum og meira opnum økjum. Á henda hátt kunnu tey so spakuliga, so hvørt sum tey mennast og gerast djarvari, vitja yvir í miðøkið og kanska hitta eldru systkini á bókasavninum. Á sama hátt eru miðdeildin og hádeildin innrættað við krókum og tilhaldsstøðum, sum liggja fyri seg og samstundis hava samband við stóra felagsøkið.

Í einum skúla skal vera so mangt annað enn skúlastovur. Í Skúlanum á Fløtum verður tí eisini ítróttarhøll, bókasavn og høli til heilsufrøðingar, lestrarvegleiðarar, kt-vørðar, húsavørðir, tónleik, smíð, hondarbeiði, heimkunnleika, motorlæru, evning og náttúrulærugreinir og líknandi. Eisini verða høli til køk, starvsfólk og fyrisiting. Nógva felagsvirksemið er staðsett í lendishædd og lætt atkomuligt, eisini hjá fólki, sum ikki ferðast har dagliga. Lendisgólvið lækkar saman við náttúrliga hallinum í lendinum uttanfyri. Gólvið er slípað betong og lendistrappurnar smoyggja sær omaneftir og upptaka hæddarmunin. Í miðøkinum eru sititrappur, sum knýta felagsøkinini í saman millum hæddirnar.

Í nýggja skúlanum skal vera gott at vera. Næmingar, starvsfólk og borgarar skulu trívast og fegnast um at hava sína dagligu gongd í bygninginum. Bygningurin er ein roynd at fáa byggilistina og námsfrøðina at ganga hond í hond. Skapið á rúmunum er ógvuliga fjølbroytt, og á eini ferð gjøgnum skúlan upplivir tú stór rúm, smá og høg rúm, ljós rúm og víð øki. Møguleikarnir fyri at hugsa frálæruna á nýggjan og øðrvísi hátt eru til staðar, samstundis, sum vanligu floksstovurnar eru siðbundar og rúma vanligum flokkum á 24 næmingar. Handaligu lærugreinirnar eru staðsettar soleiðis, at tað sæst inn í stovurnar frá felagsøkjunum, hetta fyri at økja um forvitnið og skapanargleðina.

Undirvísingin kann eisini flyta út í náttúruvakra umhvørvið. Vitanarstøðir eru norðanfyri har undirvísing í eitt nú ítrótti, náttúru- og tøkni ella lívfrøði kann skipast. Skúrar eru eisini til goymslu av útgerð og leikum hjá frítíðarskúlanum, húsavørðunum og ruskskúrur.

Úr lendinum leiðir eisini ein trappa niðan á tekjuna á skúlanum. Á tekjuni yvir miðøkinum, sum er nakað lægri enn tekjan á oyggjunum, er gongugøta, sum skiftir ímillum at verða flísaløgd og størri øki við timburterrassu. Fram við gøtuni er flag. Ljósið streymar inn millum ovaru tekjurnar og miðtekjuna og lýsir felagsøkini inni í bygninginum upp. Útsýnið av tekjuni er frálíkt og sjónaringurin víður og vakur.

Foto: Finnur Justinussen. 

Skúlin á Fløtum