Byggiharri: Tórshavnar Kommuna
SNA Arkitektar hava gjørt eitt uppskot til skipan av økinum eystan fyri Dalin Langa í Hoyvík. Lagt er upp til klingrubygging í trimum fríttliggjandi eindum, við blandaðum bústøðum. Upprunalendið verður varðveitt og gerst ein stórur partur av býlinginum.
Eindirnar verða bundnar saman við eini vegaskipan við parkering, og eitt øki til felagsparkering er staðsett við innkoyringina til býlingin úr Klingruni. Ein gøtuskipan, ið knýtir seg á verandi lendisgøtuskipan, bindur somuleiðis alt økið saman, so tað framhaldandi verður trygt hjá fólki til gongu.
Allar bústaðareindirnar fáa útsýni antin út á fjørðin ella móti vakra landslagnum í dalinum, umframt at allar bústaðareindirnar fáa eina síðu við lívd og nærleika. Í miðjuni á hvørjum klingruskapi eru hægri punkthús við íbúðum, har mestsum øll síggja uppum raðhúsini.
Klingruskapini við raðhúsunum eru náttúrliga staðsett í mun til lendið, soleiðis at innara landslagsrúmið liggur hægri, og er tað á hesum hálendinum, at parkeringin er staðsett inni undir langum flagtekjum. Lendið er avmarkað, og tí er alneyðugt at hugsa burðardygt í øllum viðurskiftum.