top of page
Úr erva
Støðumynd 1:200
Støðumynd 1:1000
Torgið
Sølutorg
Torgdagur
Árla á morgni kl. 04
Gerandisdagur kl. 15.30
Ólavsøka

Byggiharri: Tórshavnar Kommuna

Arkitektakapping í 2020

 

Endamálið við uppskotinum, "Torgið í Vágsbotni - Markleyst bryggjulív", er at skapa eina heild burtur úr fjølbroytta staðnum. Verandi virksemi skal fáa betri umstøður, og betri møguleikar skulu verða fyri nýggjum tiltøkum í einum samanhangandi og vøkrum heildarumhvørvi. Nógv ymisk viðurskifti hava ávirkan á hetta.

Tey seinnu árini eru stórar broytingar hendar í Vágsbotni. Hóast onkur handil og eitt einstakt neyst er eftir, so er myndin nú merkt av matstovum, kaffistovum, torgsølu, frítíðarbátum, skrivstovum og útitiltøkum. Tað tykist, sum miðbýurin er um at flyta oman higar. Tað avgerandi er, at fólk og virksemi trívist her. Tí er góð meining í at umhugsa karmarnar.

Tað er hugtakandi at eygleiða, hvussu tað hevur borið til at laga staðið til skiftandi virksemi, so hvørt sum tørvur hevur verið á tí. Sjálvandi eru tílíkar broytingar ofta óskipaðar. Hetta er grundin til, at Tórshavnar kommuna vil menna eina heildarmynd. Men høvuðslæran av menningini her er, at virksemið sprettir ikki úr reglum og ásetingum, men úr einum virknum fólki. Tí skal ein heildarætlan ikki áseta, hvat skal ganga fyri seg, men tryggja eina heild í tí ofta óvæntaða, sum framtíðin hevur at bjóða. Á hesi stevnu er okkara uppskot grundað.

Grundin undir býarrúminum verður eitt samanhangandi og róligt gólv. Tilfarið er myrkt betong, timbur og grót. Umhvørvið við Vágsbotn er merkt av fjølbroyttari bygging, litum, bátum, skipum og fólkalívi. Hetta stóra fjølbroytni gerst týðiligt á savnandi og spakføra gólvinum.

Sum tað sæst á tekningunum, er hugsanin at flyta okkurt og víðka okkurt, so betri umstøður er fyri útitiltøkum og øðrum virksemi. Tá fæst mest burtur úr góða sólarganginum. Á hóskandi støðum eru grótoyggjar at sita á, framsýna eitthvørt á ella til børnini.

Neyðugt er at umskipa bilferðsluna fyri at gagnnýta møguleikarnar. Koyrileiðin av Skálatrøð niðan í Mylnugøtu verður umløgd. Ferðslan út í Bakka verður avmarkað.

Ein týðandi liður í sniðgevingini er ljóssetingin. Á tekningunum og strikumyndum sæst, hvussu ljósið verður, tá tað skýmir og er myrkt.

Upprunaliga er fjøran mest hella. Síðani eru atløgubryggjur gjørdar úr betongi og timbri. Ætlanin er at taka støði í hesum frameftir. Hetta talar ikki fyri, at rætt er at gróðurseta stórvegis í tí hóast alt avmarkaða økinum, sum Vágsbotnur er. Í Boysensgarði og øllum hinum mongu urtagørðunum, sum mynda býin, er hinvegin gróður, sum má varðveitast og mennast.

Eyðvitað hevur sjógvurin stóran týdning í Vágsbotni. Tí eigur markið millum sjógv og land at fáa serligt uppmerksemi. Í uppskotinum verður hetta gjørt á ymsan hátt. Frá Rasmussarbrúgv og inneftir verður kaikanturin gjørdur sum atløgubryggja úr timbri og betongi. Innast verður bátadrátturin endurskapaður í nýggjum líki sum uppihaldsøki, har ber til at eygleiða flóð og fjøru, og skiftandi veðrið. Vestari verður øki gjørt til torgsølu og við hálvtaki til ymisk tiltøk. Kanska onkur fer upp á gólv har.

Eins og áirnar, sum ferðast gjøgnum landslagið og enda niðri við sjóvarmálan, streyma eisini fólkini og lívið í Havnini gjøgnum býin og enda á opna torginum í Vágsbotni. Her býurin møtir sjónum, møtist fólkið eisini.

Vágsbotnur verður brúktur av mongum og til mangt og hvat. Framtíðar álegging og innrætting má kunna tola hetta. Tilfarið má kunna tola bilar, bussar og lastbilar, eins og stór tiltøk sum festivalar og ólavsøku. Uppskotið vísir tískil eina høvuðsálegging í myrkum betongi, sum verður stoypt á staðnum í stórum flatum. Betong er vælkent á havnaløgum, men her fær tað ein serligan dám av myrkara litbrigdinum, sum savnar býarrúmið. Fyri at skapa uppliving verða ymisku flaturnar viðgjørdar á ymsan hátt, kustað og rípað. Hetta ger eina livandi flatu, sum endurspeglar ljósið ymiskliga, og sýnist øðrvísi í turrveðri og vátveðri. Afturat høvuðsáleggingini úr betongi er timbur lagt á tromum og dekkum móti sjónum, eins og trælistar eru ymsa staðni í betongflatum og stoypiskoytum. Ein fyrimunur við staðstoyptum betongi er, at tað lættir um í útinningini. Kostnaðurin er prísvinaligur, tá hugsað verður um stóra økið, ið talan er um. Og ikki minst er tilfarið slitsterkt til nýtsluna og reingerð. Flísaálegging er kostnaðarmikil, tíðarkrevjandi; og tað krevst nógv viðlíkahald til at skifta flísar og gera reint.

Í SNA-toyminum eru SNA við Holcher Nordberg Architecture and Planning og LBF sum undirveitarum.

Torgið í Vágsbotni - uppskot

bottom of page