Byggiharri: Klaksvíkar Kommuna
Vav: 90.000 m2 tilsamans
Ár: 1. byggistig liðugt august 2021
3. byggistig liðugt desember 2022
Útstykkingin í Klaksvík er oman fyri niðasta partin av vegnum, Niðan Horn, á sunnaru síðu av vágni. Sum heild er økið skipað soleiðis, at bólkar av húsum skapa býlingar kring hvør síni felagsøki. Tey innihalda millum annað uppihaldsøki, spælipláss, gestaparkering og skúrar til sundurskilt burturkast.
Áirnar geva eitt natúrligt sundurbýti við grønum fríøkjum, har gøtur geva samband tvørtur um til teir ymsu býlingarnar. Her verða býlingar við grønum uppihaldsøkjum og nógvum felags hentleikum. Skjótt er at ganga til ítróttarøkið í býnum og til innkeypsmøguleikar. Bert 500 metrar eru til skúlan og miðbýarøkið.
Gott útsýni er móti eystri og vestri, og frá raðhúsunum sæst serstakliga væl annaðhvørt á vágna ella á Borðoyavík.
Talan er um tvey sløg av grundstykkjum. Á niðara parti oman móti býnum eru grundstykki til sethúsabygging. Eftir ovastu síðu framvið sambindingarvegnum liggja grundøki, sum eru ætlað til raðhúsabygging.
Útstykkingin verður gjørd í trimum byggistigum. Samlaða talið á grundøkjum er 91, herav 44 til sethús og 47 til raðhús. Í fyrsta byggistiginum verða 19 grundøki til sethús og 14 til raðhús, í øðrum byggistigi verða 24 grundøki til sethús og í triðja byggistigi 33 grundøki til raðhús.
Undirráðgevar eru LBF og SMJ.