|
fríggjadagur, 08 oktober 2010 |
|

Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f hevur saman við øðrum í bólkinum hjá Articon gjørt uppskotið til Boðanesheimið, sum Tórshavnar Kommuna hevur valt sum tað besta. Trý samtøk lótu uppskot inn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at øll trý uppskotini eru góð og spennandi, men at dømingarúrslitið greitt vísir, at uppskotið hjá Articon serliga hevur fyrimun viðvíkjandi arkitekturi og funktionaliteti. Eftir ætlanini skal byggiarbeiðið vera liðugt á sumri 2012. Projekuppskotið er gjørt í samstarvi millum Selmar Nielsen Arkitektur, Albert Isfeld & Gudmund S. Hansen, LBF, Martin E. Leo og Sofus M. Jakobsen.
|
|
Seinast dagført ( fríggjadagur, 08 oktober 2010 )
|