top of page

Reisigildi á Landssjúkrahúsinum

  • Writer: Selmar Nielsen
    Selmar Nielsen
  • Sep 21, 2018
  • 1 min read

Í dag, fríggjadagin 21. sep, verður reisigildi á nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum.

Samtakið FAERPORT II fekk uppgávuna at projektera bygningin í 2014. Bygningurin fer eftir ætlan at standa liðugur í 2021 og hevur eina stødd uppá 14.500 m2.

Nýggi H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum inniheldur nýggjar medisinskar seingjardeildir, burðardeild, háisolasjónsdeild, endurvenjingardeild, psykiatrisk dagdeild og psykiatrisk seingjardeild. Aftrat hesum verður nýggj kantina og stórkøkur umframt nýtt seingjarvask.


 
 
 

Comments


bottom of page