top of page
Search

SNA hevur gjørt heildarætlan til nýggjan býling í Hoyvík


SNA hevur í samstarv við Tórshavnar Kommunu gjørt eina heildarætlan fyri økið, ið liggur eystan fyri fríøkið Dalurin Langi. Á Stórubrekku verða 130-140 raðhús og íbúðir. Býlingurin er hugsaður sum klingrubygging í trimum fríttliggjandi eindum, har lagt verður upp fyri, at upprunalendið verður varðveitt og gerst ein stórur partur av býlinginum. Tær tríggjar eindirnar í klingrubyggingini verða bundnar saman við eini innara vegaskipan við parkering. Í miðjuni á hvørjum klingruskapi eru hægri punkthús við íbúðum, har mestsum øll síggja uppum raðhúsini.

Klingruskapini við raðhúsunum eru náttúrliga staðsett í mun til lendið, soleiðis at innara landslagsrúmið liggur hægri, og er tað á hesum hálendinum, at parkeringin er staðsett. Heyggur og grøn øki mynda sostatt økið og skiftið millum raðhúsini, íbúðarbyggingina og parkeringina.


241 views

Recent Posts

See All
bottom of page