Á almennari framløgu á Tofta skúla 29. juni legði Høgni T. Hansen, arkitektur, fram uppskot okkara um menning av økinum við bátahylin á Toftum. Til framløguna, sum Nes kommuna hevur tikið stig til, møttu eini 100 fólk. ”Hetta uppskotið leggur seg eftir at binda saman gomlu søgurnar og nýggju møguleikarnar, sum broytta samferðslukervið hevur við sær.”
Umframt okkum, løgdu eisini arkitektafyritøkurnar Formo og Fuglark fram síni uppskot. Endamálið hjá kommununi er fáa ymisk uppskot at nýta sum grundarlag fyri víðari arbeiði við skipan av økinum. Sí meira um okkara uppskot.
Eftir framløguna
Selmar Nielsen, stjóri í SNA og Jóhann Laksáfoss frá Arkitektum 99.
header.all-comments