top of page

Sáttmáli um 2. byggistig av Skúlanum á Giljanesi undirskrivaður

  • Writer: Brynhild Høgnadóttir
    Brynhild Høgnadóttir
  • Jul 2, 2020
  • 1 min read

Í gjár skrivaðu vit undir sáttmála um projektering av 2. byggistigi av Skúlanum á Giljanesi saman við byggiharranum, Vága kommunu. Byggiharrin rósti 1. byggistigi av skúlanum og segði seg vera spent at byrja upp á 2. byggisstig. Tey eru sera fegin um skúlan. Nýggj kostnaðarmeting fyri 2. byggistig er 39,2 mill. kr. Í august ætlar Vága kommuna at fara undir at ríva niður tann partin sum er eftir av gamla Skúlanum á Giljanesi, so farast kann undir verkætlanina við 2. byggistigi.


Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri Skúlan á Giljanesi, 2. byggistig, Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, Selmar Nielsen, stjóri í SNA og Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í Skúlanum á Giljanesi.

Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu og Selmar Nielsen, stjóri í SNA.

Albert Ellefsen, formaður í bygginevndini fyri Skúlan á Giljanesi, 2. byggistig.

 
 
 

Comments


bottom of page