Search

Skitsuuppskot, Miðøkið í Vestmanna

Vestmanna Fiskavirki og SNA hava gjørt eina skitsuverkætlan til miðstaðarøkið í Vestmanna. Skitsuverkætlanin er at meta sum eitt hugskotskatalog til eitt miðstaðarhús, ið vónandi fer at kveikja hugskot og skapa møguleikar og samstørv til gagns fyri framtíðina í Vestmanna, greiðir Eyðun Olsen, stjóri í Vestmanna Fiskavirki, frá.


Selmar Nielsen lýsir staðsetingina soleiðis: “Virkisbygningurin liggur á markinum millum havnarøkið og miðstaðarøkið. Staðsetingin framvið havnarøkinum á aðrari síðuni og bygdini liggjandi á hinari síðuni skapar ein náttúrligan miðdepil, sum eigur at verða gagnnýttur!

Nýggja miðstaðartorgið verður náttúrligi miðdepilin í Vestmanna. Harumframt verður torgið nýggja bindiliðið millum bygdina og havnina við møguleikum fyri fleiri nýggjum funktiónum og tilboðum til gleði fyri allar borgarar í Vestmanna.”


Les meira her



81 views