top of page

SNA-toymið undangóðkent til at byggja Jarn- og Metallskúla í Sisimiut

  • Writer: Brynhild Høgnadóttir
    Brynhild Høgnadóttir
  • Oct 23, 2020
  • 1 min read

Byggiharrin, Grønlands Selvstyre, hevur gjørt av at undangóðkenna trý toymi til at byggja nýggjan Jarn- og Metallskúla í Sisimiut. Teirra millum er SNA-toymið, við SNA, LBF, SMJ og Gade & Mortensen.

Undangóðkenningin umfatar sáttmála um heildarráðgeving. Skúlin hevur eitt mett vav á 8.800 m² til 100-150 næmingar sum eitt ár av maskinmeistaraútbúgving. Skúlin skal millum annað innihalda: verksmiðjur, goymslur og vørugoymslur til útgerð. Harumframt økini rundan um til millum annað parkering, bingjuterminal og vørumóttøku.

Væntaða byggiskeiðið er seinast í 2021 til mitt í 2023. Prosjektering og útboð verða meginpartin av 2021.

 
 
 

Comments


bottom of page