top of page
Search

SNA í kapping um at skipa Vágsbotn

Updated: Jun 16, 2020


Við uppskotinum undir heitinum, "Torgið í Vágsbotni - Markleyst bryggjulív" luttók SNA-toymið í kapping hjá Tórshavnar kommunu um at skipa torgið í Vágsbotni. Við uppskotinum vísa vit, hvussu til ber at skapa eina heild burturúr fjølbroytta staðnum. Verandi virksemi skal fáa betri umstøður, og betri møguleikar skulu verða fyri nýggjum tiltøkum í einum samanhangandi og vøkrum heildarumhvørvi.


Grundin undir býarrúminum verður eitt samanhangandi og róligt gólv. Tilfarið er myrkt betong, timbur og grót. Umhvørvið við Vágsbotn er merkt av fjølbroyttari bygging, litum, bátum, skipum og fólkalívi. Hetta stóra fjølbroytnið gerst týðiligt á savnandi og spakføra gólvinum.

Les meira um okkara uppskot.



42 views

Recent Posts

See All
bottom of page