top of page

Sáttmáli um langhyl undirskrivaður

  • Writer: Brynhild Høgnadóttir
    Brynhild Høgnadóttir
  • Nov 30, 2020
  • 1 min read

ree

Í dag skrivaðu Tórshavnar kommuna og arbeiðstakarin, J & K Petersen, undir sáttmála um at byggja langhyl í Gundadali í høvuðsarbeiðstøku. Hylurin verður væntandi liðugur í september 2023.

SNA hevur teknað og prosjekterað langhylin, og fer at standa fyri uppfylging og eftirliti. Les meira um langhylin her.

ree

Tá undirskrivað var, helt Annika Olsen, borgarstjóri, røðu, har hon millum annað segði:

-Við langhylinum tekur føroysk svimjing eitt stórt stig út í heim við luttøku í altjóða kappingum, eins og vit nú kunnu hýsa størri altjóða kappingum í høvuðsstaðnum.

Ein styrkin við hylinum er eisini, at havnarborgarar fáa atgongd til eitt vælveruøki við heitum hyli innandura, eins og til uttandura hyljar.

 
 
 

Comments


bottom of page